Filmskúlin fyri stuttfilmar og dokumentarfilmar (K&DF) er Danmarkar størsti útbjóðari av filmskeiðum og filmútbúgving.
Skúlin bjóðar intensiv innføringarskeið og longri skeið á m.a. hesum økjum:
Professionellur dokumentarfilmur
Tað stóra filminstruktørskeiðið
Tað stóra filmmanuskriptskeiðið
Filmljóðskeið
Kamera- og redigeringsskeið, sum kunnu vara i stytri ella longri tíð. Vit hava t.d. skeið í Final Cut Pro, Pro Tools, After Effects. DVD Studio Pro, Sorensen Media Composer, Avid Express.
Tað ber eisini til at taka skeið í reklamufilmi, í filmiskari visualisering, filmiskar klipping, framkolmnari dramaturgi v.m.
Teir flestu skeiðluttakararnir velja at kombinera holdskeið, individuell skeiðn og egna framleiðslu. Á hvørjum holdi eru millum 7 og 14 luttakarar.
K&DF er ein privatur skúli, sum hevur tætt samband við framleiðslu. Tá ið mest er, hava vit 40-50 næmingar í aldursbólkum millm 20 og 60 ár. Miðalaldurin liggur um 30 ár. Teir flestu luttakararnir hava arbeitt við filmi fyrr. Summi brúka skúlan sum eftirútbúgving.
Teir flestu næmingarnir eru ður Danmark, men vit hava eisini havt næmingar úr Norra, Svøríki, Føroyum og Íslandi. Undirvísingin er á donskum og í redigering viðhvørt á enskum.
Filmskúlin er eitt opið stað fyri hugagóð fólk, sum vilja útvikla sínar kunnleikar á filmøkinum. Tað eru tí ikki aðrar upptøkutreytir enn at mann skal tosa viå skúlans leiðslu fyri at koma fram til tað rætta skeiðið ella útbúgvingina á tí rætta stiginum.
Fólk eru vælkomin at vitja skúlan frammanundan. Tey, sum búgva langt burtur, kunnu fáa neyðuga kunning sum email.
Skeiðini eru intensiv og krevjandi, og lærararnir eru roynd filmfólk. Tað fakliga metist høgt, og tað er okkara roynd, at tey longru skeiðini geva eina týðandi persónliga útvikling.
Filmskúlin leggur serligan dent á at hækka medvitið hjá tí einstaka, so at tað sæst aftur í øktum dugnaskapi og kreativiteti.
Eftirsum skulin er privatur, fæst vanliga eingin almennur stuðul til útbúgvingina.Tað kann vera torført at peika á stuðulsmøguleikar, tí hesir ofta eru bundnir til persópnliga bakgrund, aldur, útbúgving, fakfelag og annað.
Tað ber til at leita sær kunning á heimasíðuni hjá okkum. Øll áhugað eru eisini vælkomin til at ringja á tlf nr +45-35 34 68 00 ella senda ein email til info@filmkurser.dk
|